Lógir fyri føroyingafelagið Firvaldar

Grein 1
Felagið eitur ”Føroyingafelagið Firvaldar”
Grein 2 
Endamál felagsins er:
- at savna føroyingar í ”tríkantsøkinum” Vejle, Kolding og Fredericia, so at teir saman kunnu røkja felags áhugamál.
- at skipa fyri felags kvøldum og mentunnarligum tiltøkum.
- at vera ráðgevi hjá nýggjum føroyingum í umráðnum.
Grein 3
Arbeiðs- og áhugabólkar kunnu stovnast innanfyri felagið.
Grein 4
Rætt at gerast limir hava føroyingar og onnur, ið hava fylt 18 ár, og hava serligt tilknýti til Føroyar og annars hava serstakan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.
Grein 5
Aðalfundur felagsins hevur hægsta ræði. Einans hann kann samtykkja, taka av ella broyta lógina.

Leiðslan
Grein 6
Føroyingafelagið verður stjórna av eini 5-mannanevnd. Nevndin verður vald av aðalfundinum og verður skipað við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Nevndin skipar seg sjálv og ásetur sjálv starvskipan sína.
Grein 7
Nevndin er viðtøkufør tá meirilutin er møttur. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, telur formansins atkvøða dupult.
Grein 8
Berst nevndarlimi frá, verður fyrsti tiltakslimur innkallaður.
Grein 9
Formaðurin hevur dagligu leiðslu felagsins í hendi og umboðar felagið, tá annar ikki er valdur til tess. Tað, sum verður samtykt á nevndarfundi, skal førast í gerðabók, og skal skrivast undir av nevndini.
Grein 10
Kassameistarin tekur ímóti øllum inngjøldum og skal gjalda allar rokningar.
Grein 11
Grannskoðarnir hava altíð rætt til at kanna roknskapin og kassapeningin.
Grein 12
Roknskaparárið gongur frá 1/1 til 31/12. Saman við roknskaspinum setur kassameistarin upp status. Roknskapur og status skulu verða grannskoðarunum í hendi í góðari tíð áðrenn ársaðalfundin. Hvørja ferð teir hava grannskoðað, skulu teir skrivað viðmerkingar sínar til roknskap og status, og eisini undirskriva hesar.
Grein 13
Í mesta lagið 3 nevndarlimir kunnu standa fyri valið á einum aðalfundi.

Ársaðalfundur og eykaaðalfundur.
Grein 14
Ársaðalfundurin verður hildin hvørt ár í februar mánað og verður av nevndini kunngjørdur limunum við dagsskrá og frásøgn um tíð og stað minst tvær vikur frammanundan. Aðalfundurin hevur hesa føstu dasgsskrá:

  1. Val av orðstýrara.

  2.  Frágeriðing um felagsarbeiði í farna árið.

  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi við status til góðkenningar.

  4. Ásetan av limagjaldi.

  5. Innkomin uppskot.

  6. Val av nevndarlimum.

  7. Val av tiltakslimum

  8. Val av grannskoðarum.

  9. Ymiskt.

Grein 15
Eykaaðalfundurin verður hildin, um meiriluti av nevndini krevur tað ella um ein triðingur av limunum krevja tað av nevndini og greiða henni frá, hvat fundurin skal haldast um. Eykaaðalfundurin verður boðaður sum ársaðalfundurin.
Grein 16
Uppskot, ið ynskjast viðgjørd av aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi seinast 14 dagar undan aðalfundinum. Allir spurningar sum verða tiknir upp á aðalfundi og eykaaðalfundi verða avgjørdir við vanligum meiriluta.
Grein 17
Valrætt hava bert teir limir, sum eru møttir til fundar og hava goldið limagjald. Veljast kunu allir limir. Um so er, at ein limur verður valdur uttan at vera staddur á fundi, kann valið bert góðtakast, umviðkomandi áðrenn fundin skrivliga hevur váttað, at hann tekur ímóti vali.

Avtøka av felagnum
Grein 18
Føroyingafelagið Firvaldar kann bert avtakast, um tað verður viðtikið á einum eykaaðalfundi, sum bert er settur at viðgerða hetta mál, og tá meir enn tríggjir fjóðringar av limunum atkvøða fyri tí. Um so er, at felagið verður avtikið, skal allur reiður peningur felagsins gevast felagnum ”Javna” í Tórshavn, og aðrar felagsognir Føroya landsbókasavni.
Grein 19
Henda lóg kemur í gildið týsdagin 16.05.1995